Føroyingar kunnu ikki keypa frá Temu

Føroyingar kunnu ikki keypa frá Temu
Posta hevur ongan pakka avgreitt frá kinesiska nethandlinum
Temu er væl umtóktur nethandil, men Føroyar eru ikki millum londini, sum kunnu keypa frá Temu.
 
21.08.2024 - 10:55

Tá danski brúkarafelagsskapurin Tænk kannaði 38 vørur frá kinesiska nethandlinum Temu, stóðu 30 teirra ikki royndina.

Vørurnar lúka ikki krøvini, sum eru galdandi í Evropa.

Tær kunnu vera heilsuskaðiligar, og trygdin hjá teimum, sum brúka tær, kann vera í vanda.

Serliga fyri børn eru tær skaðiligar, sigur Tænk. 

Temu hevur svarað, at vørurnar, sum Tænk kolldømdi, eru ikki til sølu, meðan Temu kannar tær. 

Føroyar eru ikki millum londini, sum kunnu keypa frá Temu.

Posta upplýsir, at tey hava ongan pakka avgreitt frá Temu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881