Útlendskir ferðaleiðarar bróta lógina

Útlendskir ferðaleiðarar bróta lógina
Eftir útlendingalógini skulu útlendsku ferðaleiðararnir hava arbeiðsloyvi, um teir skulu arbeiða í Føroyum, men tað hava teir ikki, vísir Føroya ferðaleiðarafelag á
Tilvildarlig savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.08.2024 - 16:20

Útlendskir ferðaleiðarar í stórum tali arbeiða í Føroyum uttan arbeiðsloyvi, og hetta er ein trupulleiki, sum vindur stórliga upp á seg.

"Tað er bara politiið, ið kann gera nakað við brot á útlendingalógina, so nú hevur Føroya Ferðaleiðarafelag sett sær fyri at biðja politiið um ein fund," sigur Hilda Thomsen, forkvinna í felagnum. 

 

1690104

 

Ein av føroysku ferðaleiðarunum, Randi Meitil, upplivdi so seint sum hósdagin á flogvøllinum, at har stóðu fleiri ferðaleiðarar klárir at taka ímóti útlendskum ferðafólkum.

Eftir útlendingalógini skulu útlendsku ferðaleiðararnir hava arbeiðsloyvi, um teir skulu arbeiða í Føroyum, men trupulleikin er, at tað hava teir ikki.

"Men teir ikki bara bróta lógina, men kunnu enntá vera so framligir at brúka føroyskar ferðaleiðarar sum sínar lærumeistarar," sigur Randi Meitil. 

 

Fordømi má til

Randi Meitil vísir á, at skal nøkur vend koma í, er neyðugt við einum fordømi, ið kann steðga floyminum av útlendskum ferðaleiðarum til Føroya:

Hilda Thomsen vónar, at ein fundur við politiið kann skunda undir, at nakað hendir:

Forkvinnan í Føroya Ferðaleiðarafelag sigur, at tað ikki longur ber til hjá útlendingunum at umbera seg við, at ov fáir ferðaleiðarar eru í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878