- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhugsa at lata gøtuna út í Mykineshólm uppaftur
Tað er ikki óhugsandi, at fólk aftur sleppa at ganga út í Mykineshólm.
- Men verður tað avgerðin, so verður tað í ógvuliga avmarkaðum tali, fyri at verja fuglin, sigur Finn Hansen, sum er hagastýrisformaður í Lambanum, har størsta lundalandið í Føroyum er. Avgerðin er ikki tikin, men verður ivaleyst tikin í heyst.
Gøtan varð stongd í 2021, fyrst tí ein nýggj brúgv skuldi gerast út í Mykineshólm og seinni tá tað rapaði oman yvir gøtuna, sum liggur í Lambanum, sum er størsta lundaland í Føroyum.
Síðan tá eru eingi ferðafólk sloppin út í hólman, men tað verður kanska møguligt aftur.
Men har eru ymisk fyrilit at taka, sigur hagastýrisformaðurin, sum fyrst og fremst vísir á fuglin, lundan, sum er í Lambanum, beint har, sum gøtan gongur.
Eitt annað fyrilit, sum vendir øvutan veg, er at tað er øgiliga náttúruvakurt í hólmanum, og tað er ein av orsøkunum til, at eigararnir umhugsa aftur at loyva fólki at ganga út í hólman.
- Tað eru fleiri, sum vilja sleppa út við smærri bólkum, og verður gjørt av at lata gøtuna uppaftur, so verður tað gjørt í avmarkaðum tali, sigur Finn Hansen.