Maskinmeistarfelagið í Fasta gerðarrætt við Reiðarafelagnum og reiðaríi

Maskinmeistarfelagið í Fasta gerðarrætt við Reiðarafelagnum og reiðaríi
Maskinmeistarafelagið hevur drigið reiðaríið Faroe Origin í Runavík og Reiðarafelagið í Fasta gerðarrættin
Heykur og Falkur.
 
09.08.2024 - 05:21

Maskinmeistarafelagið hevur drigið reiðaríið Faroe Origin í Runavík í Fasta gerðarrættin.

Felagið ivast ikki í, at tað er í stríð við sáttmálan, at felagið ikki fær neyðugu skjølini frá Faroe Origin at kanna, um oljunýtslan hjá trolarunum hjá reiðarínum er avroknað í samsvari við sáttmálan.

Felagið sigur tað eisini vera sáttmálabrot, at reiðaríið letur manningina rinda part av ísmaskinunum í skipunum.

Talan er um trolararnar Heyk, Falk, Bak og Stelk.

Orsøkin til, at Maskinmeistarafelagið fer í Fasta garðarrætt, er illgruni um óreglusemi.

Krøvini í kæruni eru um vantandi innlit í roknskaparskjøl, frádrátt í manningarhýrunum fyri oljuútreiðslur og frádrátt fyri avdráttir fyri ísmaskinur.

Tá verkfallið var

Maskinmeistarafelagið er saman við Føroya Skipara- og navigatørfelagi eisini í orrustu við Faroe Origin í einum øðrum máli.

Tað málið er um landingar uttanlands hjá Heyki, Falki, Baki og Stelki, tá arbeiðarafeløgini vóru í verkfalli.

Tey bæði manningarfeløgini halda seg ikki hava fingið nóg gott innlit í avreiðingar og avrokningar hjá trolarunum.

Tey hava gjørt greitt, at seinasta orðið ikki er sagt í hesum málinum, sigur Maskinmeistarafelagið í tíðindindaskrivi.

Fyri einum mánað síðani sendi Maskinmeistarafelagið Fasta gerðarrætti kæru móti Føroya reiðarafelagi um tað sama, sum Faroe Origin nú er kært fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155