Nýggi sendiharrin í Ísrael fer avstað, hóast spentu støðuna í landinum

Nýggi sendiharrin í Ísrael fer avstað, hóast spentu støðuna í landinum
Spenta støðan í Ísrael fær ikki landsstýrið at ivast í, um nýggi føroyski sendiharrin í Ísrael, Petur Petersen, skal fara avstað seinni í mánaðinum, sigur landsstýrismaðurin
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
06.08.2024 - 12:32

Føroyar hava havt sendistovu í Ísrael í nøkur ár nú.

"Vit hava havt sendiharra skifti, og tað er ætlanin at senda nýggja sendiharran avstað," sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Sendistova Føroya heldur til í Tel Aviv, og tað verður mett, at tað er nóg trygt at senda nýggja sendiharran Petur Petersen, sum tók við starvinum 1. august, avstað til Ísraels seinni í mánaðinum.

 

Føroyar hava ikki nakran stovn ella ráð, sum metir um trygdina í teimum einstøku londunum, og hella seg tí uppat metingunum hjá donsku myndugleikunum.

Høgni Hoydal, landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, sigur, at mann er fullgreiður yvir, at tað er ófriðarligt í økinum, og at vandi er fyri kríggi.

 

Kortini verður mett rættast, at sendiharran er í økinum fyri at varðveita samskifti, í øllum førum til støðan broytist.

 

Hogni_Hoydal_um_sendiharra_Foroya_i_Israel

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477