Hitamet í Death Valley í Kalifornia: Miðalhitin í juli var 42,5 stig

Hitamet í Death Valley í Kalifornia: Miðalhitin í juli var 42,5 stig
Miðalhitin í Death Valley í Kalifornia var farna mánað 42,5 stig, og tað er mesti miðalhiti higartil, sum er skrásettur nakrastaðni á jørðini, skrivar danska TV2
Death Valley í Kalifornia eigur metið fyri hægsta hita, ið er máldur á jørðini, men eisini hægsta miðalhita í ein mánað
Mynd: Shutterstock.com  
 
06.08.2024 - 08:45

Í Death Valley í Kalifornia, sum er heitasta stað á jarðarklótuni, hevur verið óvanliga heitt í juli í ár.

Miðalhitin í farna mánað var 42,5 stig, og tað er mesti miðalhiti higartil, sum er skrásettur nakrastaðni á jørðini, skrivar danska TV2.

Sambært National Park Service, sum rekur amerikansku tjóðlundirnar, hevur nógvi hitin í Death Valley kostað tvey mannalív í ár.

 

Hægsti hitin máldur í 1913

Mesti hitin í Death Valley í juli var 54 stig, og eisini um náttina hevur tað verið heitt, tí hitin fór ongantíð niður um 32 stig.

Mesti hiti, sum er máldur á jørðini, er eisini í Death Valley. Tað var í 1913, tá hitamátarin vísti 56,7 stig.

Orsøkin til, at tað verður so heitt í Death Valley er, at dalurin liggur so lágt - lægsta punktið er 86 metrar undir sjóvarmálanum - og er umgirdur av høgum fjøllum, so hann er at rokna sum ein grýta, har hitin savnast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791