Trump framvegis ákærdur

Trump framvegis ákærdur
Ákæran um, at Donald Trump gjørdi eina roynd at ógilda valúrslitið í 2020, stendur við
Donald Trump er framveigs ákærdur fyri at royna at ógilda valúrslitið í 2020
 
04.08.2024 - 13:53

Ákæran um, at Donald Trump gjørdi eina roynd at ógilda valúrslitið í 2020, stendur við.

Donald Trump royndi at fáa ákæruna slepta, men ein dómari hevur víst hesum aftur. Tað skrivar danska kringvarpið.

Sambært BBC, sigur landsrættadómarin, Tanya Chutkan, at tað ikki eydnaðist advokatunum hjá Trump at prógva, at fyrrverandi forsetin verður rættarsøktur av hevndarhugi og politiskum endamálum - sum er uppáhaldið hjá Donaldi Trump og hansara toymi.

Fyrrverandi forsetin hevur frá byrjan nokta seg sekan. Hann hevur eisini ákært Biden-fyrisitingini fyri at hava givið boð um ákærurnar.

Hesum hevur dómarin altso víst aftur. 

Rættarmálið er fleiri ferðir seinkað, men ein hoyring verður 16.august, skrivar BBC. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856