- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpið vísir dystin millum Víking og Gent
Klokkan 19 í kvøld fara Víkingur og belgiska liðið Gent á vøllin við Djúpumýru í Klaksvík at dystast um at koma víðari í UEFA Conference League-kappingini.
Jørgin Nielsen tók alt og øll á bóli við at leggja Víking á odda 1-0 í fyrra dystinum í Belgia.
Mynd: Eysturportalurin
Ta løtuna var rómur á Víkinga-fjepparunum, ið sóu út til at trúgva upp á, at liðið kundi skapa sensatiónina.
Men sterka belgiska liðið risti skjótt skelkin av sær og setti seg tungt á dystin, sum Gent at enda vann 4-1.
Sigurin gjørdist óneyðuga stórur, tí onkur av málunum vóru persónlig mistøk í verjuni hjá Víkingi.
Sama útgangsstøði sum KÍ
Harvið hevur Víkingur í grundini sama útgangsstøði, sum KÍ hevði til heimadystin móti Malmö FF.
Mynd: Eysturportalurin
Hóast KÍ tapti samanlagt móti Malmö FF., so bleiv felagið ikki varpað úr evropiskum fótbólti, men flutti niður í næstbestu kappingina hjá UEFA, Europa League-kappingina, at royna eydnuna. Har skal KÍ í fyrstu atløgu møta Borac Banja Luka úr Bosnia-Hersegovina
Og um eisini tað kiksar, so sleppur KÍ eisini at royna seg í UEFA Conference League-kappingini.
Víkingur er longu í Conference League-kappingini, so um liðið tapir í kvøld, so er evropiska ævintýrið av hjá Víkingi.
Kringvarp Føroya vísir dystin millum Víking og Gent í sjónvarpinum og her á heimasíðuni, og sendingini byrjar klokkan 18.50.
Mynd: Eysturportalurin
Hvat: Víkingur - Gent
Hvar: í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: í kvøld kl. 18.50