- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fast Track-skipanin: 372 útlendingar fingu arbeiðsloyvi í fjør
Fast Track-skipanin, ella snarskipanin, sum kom í 2021, verður nógv brúkt.
Í 2021 vóru 60 arbeiðsloyvi latin, í 2022 vóru 635 arbeiðsloyvi latin fyrstu ferð, í 2023 vóru 372 arbeiðsloyvi latin fyrstu ferð og til 1. juli í ár vóru tey 224.
Fyri at tryggja, at útlendskir arbeiðstakarar eru førir fyri at uppihalda familju síni í Føroyum, setti landsstýrið í september í fjør inntøkumørk í sambandi við arbeiðsloyvi til arbeiðstakarar, sum hava familjuna við sær til Føroya.
Landsstýrið sigur, at enn ber ikki til at siga, hvørja ávirkan hesi mørk hava, tí flestu umsóknirnar um uppihaldsloyvi til samfylgjandi familju, sum eru latnar inn eftir 1. september í fjør, eru framvegis í viðgerð.
Talan er um 54 mál.