- Tíðindi, mentan og ítróttur
Menningarkvotur seldar fyri tíggjutals milliónir krónur
Í 2018 gjørdi Høgni Hoydal táverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum av at útlutað menningarkvotur.
Endamálið við ókeypis kvotunum var, sambært uppskotinum, at stuðla virðisøking av sjófeingi í økjum í landinum, har atgongdin til sjófeingi er avmarkað og arbeiðsloysið stórt.
Fyritøkur og feløg kundu søkja um menningarkvotu og ein treyt var, at tey skuldu vísa á, hvussu kvotan skuldi brúkast.
Tey skuldu sostatt hava eina verkætlan.
Sjógæti skuldi roykja makrel
Ein av fyritøkunum, sum søkti og fekk játtað menningarkvotu var Sjógæti. Fyritøkan fekk 900 tons av makreli og 450 tons av sild í fýra ár.
Endamálið hjá Sjógæti við kvotunum var millum annað at roykja makrel.
Tíðaravmarkaða menningarkvotan gjørdist tó til eina varandi eginkvotu, tá Jacob Vestergaard gjørdist landsstýrismaður í 2019.
Sjógæti og hini, sum høvdu fingið tíðaravmarkaðar menningarkvotur, sum skuldu nýtast til nakað heilt ávíst, áttu nú kvoturnar og kundu eisini selja tær í tráð við ynski hjá 2019-landsstýrinum um umsetiligheit.
Jacob Vestergaard, sigur í dag soleiðis um orsøkina til at gera menningarkvoturnar til varandi eginkvotur.
Stjórin í Sjógæti, Hans Marius í Byrgi, var annars til dystin fúsur í februar í 2022. Tá segði hann soleiðis við Kringvarpið.
Selt menningarkvoturnar til Hvalnes
Men nú hevur Sjógæti selt menningarkvotuna til felagið Hvalnes í Klaksvík. Hvalnes eigur eitt nú Norðborg
Sølan fór fram í fjør, og í roknskapinum hjá fyritøkuni sæst, at eftir størri og minni hall, farnu árini er ársúrslitið nú 27,8 milliónir krónur.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Dennis Holm landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Høgna Hoydal fyrrverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum, til hesa tíðindasendingina.
Stjórin í Sjógæti hevur onga viðmerking.