- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heingibrúgv til tey gangandi
Ætlanin er at gera heingibrúgv undir brúnni um Gøtugjógv, so ábæra ferðslan, tað er fólk til gongu, verður førd burtur frá vegnum.
Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Honnu Jensen, løgtingskvinnu.
Hon spurdi um gongubreytirnar við Gøtugjógv.
Dennis Holm sigur, at Landsverk ger og rindar brúnna.
Eysturkommuna ger og rindar lendisarbeiðið og gøtur til brúnna.
Dennis Holm vónar, at heingibrúgvin verður gjørd.
Um ikki, verður farið aftur til hina loysnina, sum er at skifta kansteinarnar og annað millum vegin og gongubreytina.
Í fíggjarlógini fyri 2024 eru tvær milliónir krónur til gongubreytir, kantsteinar og ferðslutálmandi átøk við Gøtugjógv, vísir Hanna Jensen á.