- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pauli Jacobsen: Vit spældu ein góðan dyst út frá umstøðunum
Spælararnir á føroyska A-landsliðnum í hondbólti eru sum heild væl nøgdir við avrikið í 30-29 sigrinum á Japan í dag.
Annar av málverjunum, Pauli Jacobsen, rósar føroyska spælinum ímóti OL-liðnum hjá japanarum havandi avbjóðandi umstøðurnar í huga.
- Vit eru øgiliga væl nøgdir havandi í huga, at fleiri av spælarunum ikki hava spælt ella vant úti í feløgunum í seinastuni, segði málverjin úr Tokyo við útvarpið.
Teir fara at broyta okkurt
Føroyar vunnu við bert einum máli, men síðstu løtuna fyri steðgin og í seinna hálvleiki vóru føroyingarnir greitt omaná. Var tað ikki fyri japanska málverjan, kundi sigurin verið væl størri.
Elias Ellefsen á Skipagøtu stýrdi føroyska álopsspælinum, og heimaliðið hevði ilt við at steðga yvirtalsspælinum hjá Føroyum, sum skaptu stórar kjansir í mestsum hvørjum álopi.
- Vit rokna við, at teir fara at justera okkurt. Serliga ímóti okkara sjey ímóti seks-spæli. Elias slapp at gera meir ella minni akkurát tað, hann vildi í dag, segði Pauli Jacobsen.
Gott fyri samanhaldið
Sum kunnugt hevur Japan bjóðað Føroyum tveir venjingardystir sum liður í teirra fyrireiking til Olympisku leikirnar, sum byrja í París síðst í juli.
Føroysku spælararnir skulu spæla EM-undankapping í heyst, og málverjin heldur, at túrurin er góð fyrireiking til komandi avbjóðingar.
- Tað ger, at vit koma at kenna hvønn annan uppaftur betur, tá vit spæla, og ein slíkur serstakur túrur til Japan er góður fyri samanhaldið. Vit sleppa at uppliva øðrvísi umstøður og sleppa at spæla, uttan at tað liggur so nógv trýst á okkum. Vit kunnu royna ymiskt nýtt, og nýggir spælarar sleppa framat, segði Pauli Jacobsen.
Føroyar og Japan spæla seinna venjingardystin mikudagin.