Jógvan Jespersen gevst sum stjóri í Nótaskipum

Jógvan Jespersen gevst sum stjóri í Nótaskipum
Felagið Nótaskip søkir nú eftir nýggjum stjóra
Jógvan Jespersen hevur verið stjóri í felagnum Nótaskip seinastu 16 árini.
 
01.07.2024 - 17:00

Felagið Nótaskip skal hava nýggjan stjóra, nú stjórin seinastu 16 árini, Jógvan Jespersen, gevst í starvinum.

Stjórin hevur dagligu leiðsluna av felagnum, og stendur saman við nevndini á odda fyri menningini av felagnum Nótaskip. 

Uppgávurnar fevna, sambært starvslýsingini, millum annað um málsviðgerð og ráðgeving, umframt aðrar uppgávur.

Stjórin hevur ábyrgd av leiðslu og fíggjarstýring, eins og hon ella hann tekur lut í sáttmálasamráðingum.

Stjórin í Nótaskipum luttekur, tá fiskivinnusamráðingar eru og samskiftir við myndugleikar og samstarvsfelagar hjá felagnum í øðrum londum

Viðkomandi, ið søkir, skal hava viðkomandi útbúgving og viðkomandi leiðsluroyndir.

Persónligu eginleikarnir hjá stjóranum eru millum annað at vera fleksibul og duga at tillaga seg eftir umstøðunum, at hava góð samskiftisevni.

Umsóknarfreistin er 19. august, og miðað verður eftir at seta starvið frá 1. oktober. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878