Eingin ætlan um at gera vegin til Elduvíkar betri

Eingin ætlan um at gera vegin til Elduvíkar betri
Hann hevur verið í ringum standi í nógv ár
Vegurin hevur verið vánaligur í nógv ár.
 
01.07.2024 - 06:18

Landsverk hevur í løtuni onga ítøkiliga ætlan um at bøta elduvíkarvegin. 

Hann hevur verið í ringum standi í nógv ár.

Vegurin er 7,7 kilometrar langur.

Ein lítil partur var asfalteraður í 2019.

Men annars hevur eingin serstøk játtan verið til farleiðina í sera nógv ár. 

Og Landsverk hevur í løtuni onga ítøkiliga ætlan um vegin.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.
 
Landsstýrismaðurin sigur, at játtanin til ábøtur verður sum nú er brúkt á vegum við størri ferðslu enn elduvíkarvegurin, og har ábøturnar eru meira átrokandi.

Dennis Holm sigur, at grundleggjandi trupulleikin er, at játtanin til viðlíkahald er alt ov lítil. 

Játtanin minkar

Játtanin er minkað, hóast kostnaðarstigið er hækkað, nýggir landsvegir eru gjørdir, og ferðslan støðugt økist. 

Eisini eru størri dygdarkrøv og trygdarkrøv sett til ferðsluna. 

Landsvegakervið er 500 kilometrar. 

Eftirsleipið var í 2018 mett at vera 375 mió. kr. 

Roknað verður við, at eftirsleipið í undirstøðukervinum nú er nógv størri.

Neyðugt er at fáa eina breiða politiska semju um at raðfesta viðlíkahaldið, sigur Dennis Holm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109