- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðafólkaferðslan má skipast
Tørvur er á at skipa ferðsluna hjá ferðafólki nógv betur, tað sigur Brandur Sjúrðarson, verkætlanarleiðari á Samferðsluætlanini hjá Landsverki
Tí kemur Landsverk í nýggjum temablað við tilmælum um loysnir. Tilmælini snúgva seg í høvuðsheitum um at samskipa ferðsluna til Saksunar, Tjørnuvíkar, Gjáar og Kirkjubøar.
Landsverk arbeiðir við fýra loysnum fyri hesi smáplássini. Ein loysn er at seta fleiri smærri bussar inn á ferðaleiðirnar um summarið.
Hugskotini eru sett í greiningarfrymil hjá ST, sum vísir hvat loysir seg best samfelagsliga, búskaparliga og umhvørvisliga.
Ein árlig játtan upp á 1,2 milliónir krónur skal setast av til hvørt av hesum fýra økjunum.
Tað er nakað nýtt, at Landsverk kemur við viðmælum til samferðsluloysnir á hendan hátt við at býta upp í temabløð heldur enn vanligu samferðsluætlanina. Temabløðini um ábæra ferðslu og um ferðafólkaferðslu vórðu løgd fram 18. juni.
Hugskotini eru viðmæli til loysnir, og skulu birta undir kjak, vil Brandur Sjúrðarson vera við.
Temabløðini Ábær ferðsla og Ferðafólkaferðsla um burðardygga ferðslu finnur tú á heimasíðuni hjá Landsverki: https://www.landsverk.fo/fo-fo/landsverk-gevur-tvey-temabloe%C3%B0-um-bur%C3%B0ardygga-fer%C3%B0slu-ut
Hoyr samrøðuna við Brand Sjúrðarson í tíðindunum kl 14.00, her: