Kærur um landsstýrisfólk verða ikki viðgjørdar fyrr enn í august

Kærur um landsstýrisfólk verða ikki viðgjørdar fyrr enn í august
Tingmenninir Árni Skaale og Jacob Vestergaard hava kært Ingilín D. Strøm og Dennis Holm til landsstýrismálanevndina
Hans Jacob Thomsen er formaður í landsstýrismálanevndini.
 
24.06.2024 - 09:22

Tað verður í fyrsta lagi í august, at landsstýrismálanevndin fer at hava fund um kærurnar um landsstýrisfólkini Dennis Holm og Ingilín D. Strøm.

Árni Skaale, tingmaður, kærdi Dennis Holm um svartkjaftabýtið.

Jacob Vestergaard, tingmaður, kærdi Ingilín D. Strøm.

Hann sigur, at hon segði ósatt fyri tinginum, tá hon segði, at hon ikki hevði fingið ábendingar um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Húsalánsgrunninum og Bústøðum.

 

Svar er komið

Jacob Vestergaard sigur, at í frágreiðing hjá Landsgrannskoðanini eru greiðar ábendingar um, at langtíðar haldførið hjá Húsalánsgrunninum ikki er í lagi.

Landsstýrismálanevndin spurdi Landsgrannskoðanina, um hon hevur sagt tað.

Svar er komið haðani. Tað er sent Ingilín D. Strøm til ummælis. 

Hon hevur tríggjar vikur at ummæla svarið. 

Dennis Holm bað um og fekk longur freist enn tær tríggjar vikurnar, sum hann av fyrstan tíð fekk, sigur Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551