Champions League: KÍ fekk mótstøðulið úr Luksemborg

Champions League: KÍ fekk mótstøðulið úr Luksemborg
Klaksvíkingar skulu spæla Champions League-fótbólt ímóti Differdange í Luksemborg. Tað er greitt eftir lutakastið í Nyon
KÍ skal spæla ímóti Differdange í Luksemborg í 1. umfari av Champions League
 
18.06.2024 - 13:13

KÍ skal spæla ímóti Differdange úr Luksemborg í fyrsta umfar í Champions League.

Tað er greitt eftir lutakastið í Nyon, sum var fyri løtu síðan.

KÍ fekk heimadyst fyrst, og tað merkir, at antin 9. ella 10. juli vitjar Differdange við Djúpumýru, áðrenn KÍ spælir í Luksemborg antin 16. ella 17. juli.

Dystardagarnir og klokkutíðir verða kunngjørdar fríggjadagin.

Differdange hevur ikki spælt seg víðari í evropeiskum fótbólti síðan 2015, so á pappírinum tykist talan vera um gott lutakast fyri KÍ.

 

KI_LUTAKAST

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114