- Tíðindi, mentan og ítróttur
Georgia spælir EM-fótbólt fyri fyrstu ferð
Seinnapartin fer Georgia á vøllin at spæla EM-fótbólt fyri fyrstu ferð.
Eysturevropeiska landið, sum gjørdist sjálvstøðugt í 1991, eftir at Sovjetsamveldið fall, hittir Turkaland í søguliga dystinum á Signal Iduna Park klokkan 17.00.
Georgia spældi seg til endaspælið við at vinna dramatiskan playoff-dyst á Grikkalandi eftir brotssparkskapping, og í berum ovfarakæti hátíðarhildu fólk sigurin á gøtunum í høvuðsstaðnum, Tbilisi, til morgunin eftir.
Nógv viðhaldsfólk eru komin til Týsklands úr Georgia. MYND: Leon Kuegeler/Reuters/Ritzau Scanpix
'Kvaradona' gongur á odda
Størsta stjørnan hjá Georgia er Khvicha Kvaratskhelia. 23 ára gamli vongurin var í fjør við til at tryggja Napoli fyrsta meistaraheitið, síðan Diego Maradona var í hæddini í fýrsunum.
Av hesum og av eyðkenda ágangandi spælistílinum verður hann nevndur 'Kvaradona'. Vongurin er lyklaspælari hjá Georgia, men aðrir eru eisini. Giorgi Chakvetadze hevur spælt væl fyri Watford í næstbestu ensku deildini, og málverjin, Giorgi Mamardashvili, er fyrsta val í málinum hjá spanska felagnum Valencia.
Á odda fyri liðnum er fyrrverandi franski landsliðsbakkurin Willy Sagnol, sum var settur í 2021.
Ronaldo er aftur í yndiskappingini
Portugal telist millum favorittarnar at vinna EM-endaspælið í Týsklandi, saman við Fraklandi og Onglandi.
Skal tað eydnast, skal Cristiano Ronaldo spæla væl í yndiskappingini, sum Portugal vann í 2016. 39 ára gamli framherjin, sum nú spælir við Al Nassr í Saudi Arabia, eigur bæði mál- og dystarmetið í EM-høpi, og saman við 41 ára gamla verjuskansanum Pepé, skal hann ganga á odda fyri portugisiska hópinum, sum á pappírinum er sera sterkur.
Portugal byrjar EM-endaspælið við dysti ímóti Kekkia á Red Bull Arena í Leipzig klokkan 20.00