- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý fólk deyð í bussvanlukku í Norra
Vanlukkan hendi í Hadsel í Nordland, norðalaga í Norra umleið klokkan hálgun trý seinnapartin í dag okkara tíð.
Ein bussur við 58 fólkum fór av vegnum og endaði partvís í einum vatni, so at ein partur av bussinum er undir vatni.
Norsku myndugleikarnir hava sagt, at í minsta lagi trý fólk eru deyð, og fleiri eru farin á sjúkrahús.
Onnur fólk, sum vóru í bussinum eru farin á ein skúla tætt við, har tey nú fáa hjálp.
Talan er um ein ferðafólkabuss.
Nógvir útlendingar vóru í bussinum. Í minsta lagi fólk úr átta ymiskum londum, skrivar norskir miðlar.
Vindur og hált
Politiið veit ikki enn, hví bussurin fór av vegnum.
Har hevur tó verið nógvur vindur, tað hevur kavað illa og hált hevur verið á vegnum.