- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísrael og Hamas forða fyri vápnahvíld
Hóast tað seinastu tíðina eru komnar jaligar fráboðanir frá meklarunum, er stígur eftir øllum at døma komin í samtalurnar millum partarnar. Hamas skuldsetur Ísrael fyri at koma við nýggjum krøvum til vápnahvíld, og sigur, at tað seinkar møguleikanum fyri semju. Men Hamas sigur tó, at samtalurnar halda fram.
- Samráðingarnar um vápnahvíld og fangabýti halda fram í Doha við Qatar og Egyptalandi sum merklarum, og talan er um ítøkiligar samtalur, sigur Hamas í fráboðan. - Men hersetingarvaldið hevur sett nýggjar treytir fyri at taka aftur herdeildir, vápnahvíld, fangar og fólk, sum eru rikin frá húsi og heimi, og tað tarnar semjuni, sigur Hamas.
Eingin framgongd
Ísrael sigur hinvegin, at Hamas forðar fyri framgongdini.
Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu skuldsetur Hamas fyri at venda aftur til mál, sum partarnir eru vorðnir samdir um í sambandi við møguliga avtalu um gíslar.
Netanyahu lovar kortini, at Ísrael heldur fram við stríðnum at fáa gíslarnar heim.
Gíslar og fangar
Vápnahvíld hevur ikki verið í Gasageiranum síðani november í fjør. Samráðingarnar um vápnahavíld hava allatíðina verið knýttar upp í kravið um, at ísraelskir gíslar, sum Hamas og aðrir vápnaðir bólkar hava tikið til fanga í Gasa, skulu latast leysir.
Samstundis hevur Hamas kravt, at Ísrael letur leysar palestinar, sum sita í ísraelskum fongsli. Meðan stutta vápnahvíldin vardi í fjør, lótu palestinar í Gasa leysar 80 ísraelska gíslar í býti við 240 palestinar í ísraelskum fongsli.
Í minsta lagi 96 gíslar og krígsfangar eru eftir í Gasageiranum, - millum annað tey 34, sum sambært ísraelska herinum, ikki longur eru á lívi.