- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyum tørvar uppreisn ímóti Lettlandi
Fýra javnleikir og ein sigur.
Føroyska fótbóltslandsliðið við monnum hevur betri hagtøl at vísa á enn Lettland undan Baltic Cup-dystinum um triðja plássið seinnapartin.
Føroyski hópurin kom til havnarbýin Liepaja, sum liggur við Eystarasalt, sunnudagin, og í gjár var venjing á Daugava stadion, har dysturin ímóti Lettlandi, sum tapti 2-0 fyri Litava leygardagin, skal spælast.
Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 16.50.
Føroysku fótbóltsmenninir til venjing á Daugava stadion, har dysturin ímóti Lettlandi er í dag. MYND: Hans Erik Danielsen / FSF
Tørvar uppreisn
Baltic Cup er venjingarkapping, og nógvir av føstu spælarunum eru framvegis ikki við í hópinum. Nevnast kunnu miðverjarnir Odmar Færø og Heini Vatnsdal og miðvallararnir Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð. Harafturat komu sein avboð frá millum annað Andriasi Edmundsson og Brandi H. Olsen.
Kortini var talan um vónbrot, tá Føroyar taptu 4-1 fyri Estlandi í hálvfinaluni leygardagin. Petur Knudsen legði Føroyar framum við sínum fyrsta A-landsliðsmáli eftir góða byrjan, og løtu seinni var Meinhard Olsen nær við at økja eftir frálíkt álop. Eftir hetta var heimaliðið stinnari og javnaði eisini fyri steðgin. Í seinna hálvleiki skoraði Estland tríggjar ferðir og sat soleiðis sæð á dystinum.
Føroyar skulu tískil royna at reisa seg og vísa seg fram í dystinum seinnapartin, sum er hin seinasti, áðrenn Nations League byrjar í september.