Fimm milliónir til tyrlupall í Koltri

Fimm milliónir til tyrlupall í Koltri
Ætlanin er at fáa peningin játtaðan næsta ár
Ætlanin er at gera nýggjan tyrlupall í Koltri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.06.2024 - 13:04

Fimm milliónir skulu játtast til nýggjan tyrlupall í Koltri. 

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, ætlar at fáa alla játtanina og gera arbeiði næsta ár:

 

11062024_Tyrlupallur_i_Koltri

 

Í løtuni býr eingin í Koltri. Men eftir ætlan skulu tvey fólk setast í starv sum fyristøðufólk í oynni.

Freistin at søkja størvini er farin, og tey skulu eftir ætlan setast 1. juli.

Koltursætlanin snýr seg um at gera eina antikvariska ætlan fyri oynna, har mentanar- og náttúruarvurin skal verjast og miðlast. Og herfyri var greitt, at Fríðrikur kongur vil vera verji fyri Koltursætlanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109