Veljarakanning: Katrín Jakobsdóttir klárt á odda

Veljarakanning: Katrín Jakobsdóttir klárt á odda
Forsetaval verður í Íslandi í morgin
Katrín Jakobsdóttir fær 26,3 prosent í veljarakanning, sum lærdi háskúlin í Íslandi hevur gjørt.
Mynd: The Independent  
 
31.05.2024 - 08:26

Dagin fyri forsetavalið í Íslandi, er Katrín Jakobsdóttir klárt á odda í veljarakanning, sum lærdi háskúlin í Reykjavík gjørdi frá 22. til 30.mai.

Men hon og Halla Tómasdóttir eru javnar í einari aðrari kanning, sum er gjørd beint fyri valið.

Tær fáa báðar 24,1 prosent í henni.

Í kanningini hjá lærda háskúlanum fær Katrín Jakobsdóttir 26,3 prosent og Halla Tómasdóttir 18,5 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Morgunlestur hósdagur 6.februar 2025
186663
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155