Roykfríur dagur í dag: Nýggj roykilóg er á veg

Roykfríur dagur í dag: Nýggj roykilóg er á veg
Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur boðað frá, at tey, sum eru fødd í 2015, ella eftir tað, skulu ikki nýta tubbaks- ella nikotinvørur
Kanningin, “Hvussu hevur tú tað?”, sum Heilsustýrið gjørdi í 2023, vísti, at 18 prosent av føroyingum roykja dagliga. (Savnsmynd)
 
31.05.2024 - 15:19

Nýggj roykilóg, fyribyrgjandi átøk og avvenjingartilboð eru á veg, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, nú altjóða dagur móti tubbaki er í dag.

Lógaruppskotið kemur væntandi í løgtingið í desember. 

Margit Stórá hevur boðað frá, at tey, sum eru fødd í 2015, ella eftir tað, skulu ikki nýta tubbaks- ella nikotinvørur.

Hildið verður, at 130 føroyingar doyggja árliga av sjúkum, sum standast av royking. 

Harafturat koma føroyingar, sum árliga fáa staðfest sjúkur, sum stava frá royking. 

 

Margit Stórá er landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

18 prosent roykja dagliga

Kanningin, “Hvussu hevur tú tað?”, sum Heilsustýrið gjørdi í 2023, vísti, at 18 prosent av føroyingum roykja dagliga. 

Afturat koma tey, sum ikki roykja dagliga, roykja e-sigarettir og snúsa.

Á hvørjum ári síðani 1987 hevur heimsheilsustovnurin WHO skipað fyri einum altjóðadegi móti tubbaki tann 31. mai. 

Í ár varpar WHO ljós á ung og tubbaks- og nikotinnýtslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114