Landsstýrismálanevndin biður um frágreiðingar

Landsstýrismálanevndin biður um frágreiðingar
Umsitingin í løgtinginum mælir til, at Landstýrismálanevndin viðger kærurnar, sum hon hevur fingið um landsstýrisfólkini Dennis Holm og Ingilín D. Strøm
Hans Jacob Thomsen er formaður í Landsstýrismálanevndini.
 
29.05.2024 - 09:16

Um tríggjar vikur skal Landsstýrismálanevndin hava frágreiðingar frá Dennisi Holm, landsstýrismanni, um svartkjaftabýtið, og frá Landsgrannskoðanini um fíggjarligu støðuna hjá Húsalánsgrunninum.

Landsstýrismálanevndin hevði fund um tvær kærur í gjár.

Umsitingin mælir til at viðgera báðar.

Árni Skaale, tingmaður, hevur kært Dennis Holm, landsstýrismann, um svartkjaftabýtið.

Jacob Vestergaard, tingmaður, hevur kært Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu.

Hann sigur, at hon segði ósatt fyri tinginum, tá hon segði, at hon ikki hevði fingið ábendingar um, at tað eru trupulleikar við langtíðarhaldførinum hjá Húsalandsgrunninum og Bústøðum.

Tað skal Landsgrannskoðanin hava sagt, at haldførið ikki er í lagi, var sagt í løgtinginum.

Men Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini, sigur, at í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini verður einki beinleiðis sagt um haldførið. 

Tí hevur nevndin biðið Landsgrannskoðanina nágreina hetta.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551