Ávirkar ikki verkfallið, at ILA-raktur fiskur verður arbeiddur

Ávirkar ikki verkfallið, at ILA-raktur fiskur verður arbeiddur
Loyvi er ikki givið at útflyta fiskin, og tað verða bara limir í arbeiðarafeløgunum, sum fara at arbeiða hann, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag
Fiskurin á Vágsfirði, sum nú verður tikin, verður kruvdur á virkinum i Vági, áðrenn hann verður sendur til Glyvrar. (Savnsmynd)
 
29.05.2024 - 11:40

- Tað ávirkar ikki verkfallið sum heild, at Bakkafrost hevur fingið undantaksloyvi at taka ILA-rakta fiskin á Vágsfirði. 

Tað sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag.

Avtala var gjørd í 2007 millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar um, at sjúkur alifiskur kann takast, tá verkfall er.

 

Georg F. Hansen er formaður í Føroya arbeiðarafelag. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í hesum føri verður laksurin á Vágsfirði kruvdur á virkinum í Vági og síðani sendur til Glyvrar at verða virkaður.

Loyvi er ikki givið at útflyta fiskin, og tað verða bara limir í arbeiðarafeløgunum, sum fara at arbeiða hann, sigur Georg F. Hansen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29052024_Georg_um_Bakkafrost

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114