Óli spælir um svenska meistaraheitið

Óli spælir um svenska meistaraheitið
Føroyski hondbóltsúrmælingurin Óli Mittún og felag hansara, IK Sävehof, kunnu tryggja sær svenska meistaraheitið við sigri í fjórðu finaluni ímóti Ystads í kvøld
Óli Mittún í nærdysti í landsdysti ímóti Ukraina. Í kvøld kann hann gerast svenskur meistari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.05.2024 - 10:30

Føroyski hondbóltsspælarin Óli Mittún kann gerast svenskur meistari í dag.

Tað verður hann, um IK Sävehof vinnur í fjórðu finaluni á útivølli ímóti Ystads. Spælt verður upp í tríggjar finalusigrar, og í løtuni er støðan 2-1 til liðið úr Partille.  

Ungi føroyski úrmælingurin hevur spælt sera væl eftir árskiftið. Í finalunum hevur hann verið ímillum teir allarbestu hjá teimum gulu og svørtu.

Higartil hava liðini vunnið sínar heimafinalur, og um tað mynstrið heldur fram, skal ein fimta og avgerandi finala til. Tó er lítil ivi um, at Óli Mittún og teir ætla sær at avgera alt seinnapartin. 

Eydnast tað, ger hann eldra systkinabarninum, Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, bragdið eftir. Núverandi Kiel-spælarin vann meistaraheitið við IK Sävehof í 2021. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114