FIFA atkvøður um at koyra Ísrael úr altjóða kappingum

FIFA atkvøður um at koyra Ísrael úr altjóða kappingum
Palestinska fótbóltssambandið hevur lagt málið fyri altjóða fótbóltssambandið
 
16.05.2024 - 14:46

Limalondini í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA fara í morgin at atkvøða um at koyra Ísrael úr altjóða fótbóltskappingum.

Tað var palestinska fótbóltssambandið PFA, sum 11. mars í ár sendi FIFA eitt uppskot um at koyra Ísrael úr altjóða fótbóltssamgonguni, sum eina avleiðing av stríðnum í Gasa.

Í morgin møtast FIFA-londini so á ársfundi í Bangkok, har støða millum annað skal takast til palestinska uppskotið.

 

PFA: Ísrael brotið fleiri reglur

Sambært PFA hevur Ísrael brotið fleiri reglur hjá FIFA, millum annað regluna um ikki at vísa diskriminatión móti einum landi ella fólkaslagi.

Ein talsmaður hjá ísraelska fótbóltssambandinum IFA sigur sambært New York Times, at áheitanin hjá palestinska fótbóltssambandinum er "kynisk og skammleys".

Seinast FIFA útihýsti einum landi frá altjóða kappingum var í 2022, tá Russland varð útihýst frá HM-kappingini í Katar, samstundis sum russisk feløg ikki sluppu at luttaka í evropeiskum kappingum.

Ársfundurin hjá FIFA byrjar í morgin og varar í tríggjar dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Morgunlestur hósdagur 6.februar 2025
186663
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155