Hava biðið um undantaksloyvi til Kommunalu brennistøðina

bannari
Hava biðið um undantaksloyvi til Kommunalu brennistøðina
Tórshavnar kommuna væntar at fáa svar frá arbeiðarafeløgunum fyrrapartin
Kommunan hevur biðið um, at eitt til trý fólk vera á brennistøðini at taka ímóti fólki, sum sjálvi koma við ruski niðan á brennistøðina. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.05.2024 - 08:19

Tórshavnar kommuna hevur biðið um undantaksloyvi til Kommunalu brennistøðina á Sandvíkarhjalla, nú fýra arbeiðarafeløg hava lýst verkfall.

Umsóknin fevnir um, at eitt til trý fólk skulu kunna vera til staðar á brennistøðini og taka ímóti fólki, sum sjálvi koma við ruski niðan á brennistøðina. 

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Tað verður tó ongin heintan av ruski ella nøkur onnur tænasta útint, meðan verkfallið er. Hendan loysnin kann vera galdandi til bingjurnar eru fullar, og so má nýggj støða takast tá, sigur borgarstjórin.

Arbeiðarafeløgini viðgera í løtuni umsóknina frá Tórshavnar kommunu, og svarið kemur væntandi einaferð fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636