- Tíðindi, mentan og ítróttur
Altjóða Holocaust-dagur mánadagin
Altjóða Holocaust-dagurin, sum hildin til minnis um Holocaust og onnur fólkadráp, verður mánadagin.
Nám setur hesaferð sjóneykuna á Reyðu Khmer-drápini í Kambodja, sum tóku seg upp fyri 50 árum síðani og kostaðu 1,7 milliónir mannalív.
Hesa ferð er Skúlin við Løgmannabreyt vertsskúli, og stroymt verður á snar.fo til allar framhaldsdeildir og miðnámsskúlar, og tey, sum annars vilja fylgja við.
Søguliga verður greitt frá fólkadrápinum í Kambodja, og eisini verður vístur ein filmur við kambodjanarum, sum búgva í Føroyum, og fólk, sum hava arbeitt í Kambodja, greiða frá tíðini har.
Eisini verður samrøða við ukrainsku Mariu Olsen, sum arbeiðir á Útlendingastovuni, og Brand Jacobsen frá Fiskavirkinum í Gøtu, um integratión í teirra dagliga arbeiði.
Sálarfrøðingurin, Birita Lamhauge Jóansdóttir, fer at greiða frá um polarisering.