ES-tiltøk móti Russlandi verða væntandi longd

ES-tiltøk móti Russlandi verða væntandi longd
Ungarn hevur hótt við at atkvøða ímóti, um Ukraina ikki skrúvar frá aftur fyri gassflutninginum úr Russlandi til ES
Kaja Kallas er uttanríkisstjóri í ES.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
27.01.2025 - 10:58

Hóast Ungarn hótti við at atkvøða ímóti, væntar uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas, at tiltøkini móti Russland vera longd.

- Vit skulu kjakast um støðuna í Ukraina, og eg vænti eina avgerð um at leingja verandi tiltøk, segði Kaja Kallas undan fundin við uttanríkisráðharrarnar í ES-londunum í Brússel í dag.

- Síðani skulu vit tosa um, hvat annað vit kunnu gera fyri at leggja størri trýst á Russland fyri at enda kríggið, legði Kallas aftrat.

Samtyktin um tiltøk móti Russlandi mugu leingjast sætta hvønn mánað, og hon má vera einmælt.

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, hevur seg, at Ungarn atkvøður ímóti, um ikki Ukraina skrúvar frá aftur fyri gassflutninginum úr Russlandi til ES gjøgnum landið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878