Fagna fjølmentan í Eysturskúlanum

Fagna fjølmentan í Eysturskúlanum
Ein serlig mentanarvika, sum hevur verið í 6 flokkunum í  Eysturskúlanum í Havn, hevur víst, at hesir næmingar hava tilknýti til 16 ymisk mál
24.01.2025 - 19:46

"Vit skulu minnast til, at tá okkara børn fara heim, so hava tey ofta onnur mál at fyrihalda seg til. Tað kann vera ein mamma ella ein pápi, sum er tilflytari - ella ommur og abbar, ið búgva í øðrum londum." Sigur Durita Jacobsen, lærari í føroyskum sum annaðmál. 

Í hesari vikuni hava 6 flokkarnir í Eysturskúlanum havt eina sonevnda mál - og verkætlarnarviku: Málvinir í Norðurlondum. Soleiðis hava tey funnið utav, at næmingarnir í 6.a og 6.b hava tilknýti til 16 ymisk mál. 

Hvør næmingur hevur gjørt eina skattakistu, har tey hava víst, hvør tey eru - og hvat tey eru góð við. 

Harftrat, so hava tey eisini hoyrt meira um tey ymsu málini, sum tey umboða ella hava tilknýti til. 

Vit eru ein øgiliga fjølbroytt tjóð - og tað eiga vit at síggja virði í, sigur Durita Jacobsen. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519