KAF-formaðurin: KAF og Lønardeildin vóru samd um at fara í Fasta gerðarrætt

bannari
KAF-formaðurin: KAF og Lønardeildin vóru samd um at fara í Fasta gerðarrætt
Tá avtornaði kom bara áheitan frá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum á gerðarrættin, men av tí at ósemja tók seg upp í KAF, var áheitanin tikin aftur
Per Martin Gregersen er formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.
Mynd: KAF  
 
14.05.2024 - 15:14

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum vóru samd í gjárkvøldið um at fara í Fasta gerðarrætt við málinum verkfallið, sum arbeiðarafeløgini hava lýst fyri arbeiðsfólk hjá landi og kommunum. Áheitanin skuldi sendast gerðarrættinum í morgun, men tá avtornaði var Fíggjarmálaráðið ikki við. 

Tað sigur Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum. 

KAF avgjørdi kortini at heita á Fasta gerðarrættin um at viðgera málið, men av tí at ósemja tók seg upp, var avgjørt at taka áheitanina aftur, sigur hann.

Hoyr samrøðu, sum Sissal Grækarisdóttir Magnussen gjørdi við Per Martin Gregersen í útvarpstíðindunum klokkan 15: 

14052024_per_martin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017