Vágasnellan er eitt úrslit av grønlandsútróðrinum

Vágasnellan er eitt úrslit av grønlandsútróðrinum
Vágasnellan fekk sera stóran týdning fyri smiðjuna hjá J.K Joensen & Soni í Miðvági. Í dag eitur fyritøkan Oilwind, og hon selur framvegis snellur um allan heimin
Agnar Falkvard Joensen er stjóri í Oilwind í dag, sum er nýggja navnið hjá J.K. Joensen & Soni, og sum enn framleiðir vágasnelluna
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
13.05.2024 - 21:30

Bjarni Joensen, sum í dag er 88 ára gamal, var við til at menna Vágasnelluna.

Fyrstu snellurnar, sum menn høvdu við sær úr Grønlandi, høvdu onga bremsu, og tí vóru tær munandi øðrvísi og strævnari at arbeiða við enn snellurnar, sum vórðu mentar í Vágum.

Bjarni sigur okkum, at tað tá vóru fleiri smiðjur, sum sóu møguleikar í at menna eina føroyska snellu, men hesar smiðjurnar góvust á hondum, áðrenn komið var á mál.


Bjarni Joensen, sum í dag er 88 ára gamal, var við til at menna vágasnelluna (mynd: Gunnar Nolsøe)

 

Bjarni Joensen tók við ábyrgdini av smiðjuni hjá J.K. Joensen & Soni á sera ungum árum, og neyðugt var at útvega nóg mikið av arbeiði til allar menninar í smiðjuni. Og her kom snellan væl við.

Bjarni vísir á stóra týdningin av góðum fólki í fyritøkuni, samstundis sum hann ger vart við, hvussu avgerandi samskiftið við skip og bátar, sum keyptu snellurnar, var fyri menningina av vágasnelluni.

Bjarni Joensen sigur okkum eisini um menningina og framleiðsluna av fyrstu snellunum, sum eisini vóru kappingarførar, bæði í dygd og prísi.

J. K. Joensen tók eisini patent uppá einu snelluna, men tað var meiri møði enn føði. Íslendingar kopieraðu vágasnelluna í odd og egg. Einasti munurin var, at hondtakið á íslendsku snelluni var reytt.


Eyðkendi smiðjubygningurin hjá J.K. Joensen & Soni í Miðvági (mynd: Gunnar Nolsøe)

 

 

Fór við Eiriki Jalli

Bjarni Joensen fór fyrsta túrin við Eiriki Jalli til Grønlands, eftir at skipið hevði fingið snellur. Endamálið var at síggja, hvussu snellurnar riggaðu umborð.

Í sendingini sigur Bjarni Joensen okkum søguna um Vágasnelluna.

Eisini hitta vit Agnar Falkvard Joensen, sum er stjóri í Oilwind í dag.

 

Tvær minniligar hendingar í 1967

Í 1967 fór Sigurd Højgaard av Skála, ið tá var 28 ára gamal, til Grønlands at rógva út við bátinum Gamla Símini, ið var ein stórur føroyskur bátur, ið varð bygdur á timburgoymsluni á Skála Skipasmiðju í 1965.

Farið varð yvir við danska farmaskipinum Grete Nielsen, og tá komið var til Grønlands, var ísurin so nógvur, at teir máttu spreingja eina rás inn til brúnna.

Svend Højgaard, ið er sonur Sigurd, sigur okkum um tvær dramatiskar hendingar, pápanum vóru fyri umborð á Gamla Símini í Grønlandi í 1967, men sum tíbetur spældu væl av.

Báturin er framvegis á floti.


"Gamli Símin" verður hivaður umborð á "Grete Nielsen"

 

900 menn ætlaðu til Grønlands

Í 1959 umhugsaðu 900 menn at fara til Grønlands at rógva út, og hetta vóru 600 fleiri enn árið fyri.

Nýtt landsstýri hevði tá tikið við, og tað var við Peturi Mohr Dam sum løgmanni. Stutt eftir fór hann til Danmarkar at tingast um nýggj og fleiri útróðrarrættindi til føroyingar, ið skuldu fáa fleiri nýggjar útróðrarstøðir í bæði vestur- og eysturgrønlandi.

Men nú setti grønlendska landsráðið sum treyt fyri teimum nýggju útróðrarstøðunum, at føroyskar bátsmanningar avreiddu til fiskavirki hjá Kongliga Grønlendska Handlinum í Vesturgrønlandi.

Hetta er nakað av tí, sum Jógvan Arge, journalistur og rithøvundur, sigur okkum í søguliga partinum.

Eisini hoyra vit brot úr samrøðu, sum Niels Juel Arge hevði við Poul Lamhauge í Føroyingahavnini í 1958.

 

>>Tú kanst longu hoyra fimta part í røðini "Tá Grønland bjargaði Føroyum" á KVF Ljóð

 

Hvat: "Tá Grønland bjargaði Føroyum" (5:6)
Hvar:
í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær:
Týsdag kl. 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981