- Eg eri ein býttur optimistur

- Eg eri ein býttur optimistur
Vikugesturin: Kalpana Vijayavarathan úr India er nýggjur leiðari á Námsvísindadeildini. Hon ávarar um, at Føroyar kunnu fáa b-borgarar, um vit ikki taka tilflyting í álvara
Kalpana Vijeyavarathan er nýggjur dekanur á Námsvísindadeildini
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
04.05.2024 - 13:00

- Tað var yrkisligt sjálvmorð at fara til Føroya.

Hóast hon segði farvæl við eina akademiska karrieru, tá ið hon valdi at fylgja sínum hjarta og fara til Føroya, so er Kalpana Vijayavarathan í dag vorðin dekanur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sum stendur fyri at útbúgva okkara lærarar og námsfrøðingar.

Bjartskygni, treiskni og ein sterk fyrimynd í pápanum hava gjørt, at hon í dag er errin av sær sjálvari.

- Pápi mín lærdi meg, at tað er ikki skeivt at detta, men tað er skeivt ikki at reisa seg aftur.

Hoyr Kalpanu Vijayavarathan tosa um sín uppvøkstur í India, sína lívsleið, sín kærleika, sína fyrimynd í pápanum og hennara hugsan um integratión í Føroyum.

- Vit gera ov lítið ov seint, og avleiðingin er, at vit kunnu fáa b-borgarar í Føroyum, sigur hon um teir nógvu útlendingarnar, sum eru komnir til landið.

Hoyr alla samrøðuna við Kalpanu Vijayavarthan

1670893

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946