- Tíðindi, mentan og ítróttur
Til Grønlands at arbeiða sum 16 ára gomul: "Ein strævin og lærurík tíð"
Hóast tað í stóran mun vóru menn, sum fóru til Grønlands at rógva út síðst í 1950unum, so vóru tað eisini fleiri kvinnur, ið fóru til Grønlands at arbeiða. Og ein teirra var Elvina Dahl Lauritsen, sum býr í Sørvági. Sum 16 ára gomul fór hon til Grønlands at arbeiða í 1959. Í triðja parti av útvarpsrøðini "Tá Grønland bjargaði Føroyum" er samrøða við Elvinu, sum minnist aftur á tíðina í Grønlandi.
"Hetta var ein strævin og lærurík tíð", minnist Elvina. "Vit fóru upp klokkan 6 hvønn morgin at kóka havragreyt til einar 70-80 mans. Tá ruddað var av, skuldu vit gera klárt til døgurða klokkan 12, síðani millummála klokkan 3, nátturða klokkan 6 og kaffi klokkan 9. So dagarnar vóru langir, men viðhvørt kundu vit sleppa at leggja okkum ein tíma beint aftaná døgurða", minnist Elvina Dahl Lauritsen.
"Tá nógvur fiskur var, var arbeitt alla náttina, og tá fóru vit upp klokkan 2 á nátt, tí menninir komu til kaffi klokkan 3. Men onkran sunnudag fingu vit frí, og tann eina sunnudagin fór eg til gongu í gomlu Føroyingahavnini, har familja hjá mammu var. Hetta var ein deiligur dagur", sigur Elvina.
Brøvini heimanífrá vóru ljóspunktini á túrinum
Eitt, sum gleddi menninir, sum róðu út í Grønlandi, var at fáa bræv heimanífrá. Á sjómansheiminum var ein heilur veggur við smáum rúmum, har skipanøvnini vóru sett á, og har brøvini síðani vóru løgd í so hvørt, sum tey komu.
"Tað var stuttligt at síggja, hvussu glaðir menninir blivu, tá ið teir fingu bræv. Men ein dagin sat ein maður og græt, tí hann onki bræv hevði fingið, samstundis sum konan skuldi eiga tvíburar, og hann hvørki visti, um hon hevði átt, ella hvussu tað hevði gingist. Tað var fyrstu ferð eg sá ein mann gráta", sigur Elvina.
Slapp ikki at fríggja
Umhvørvið á sjómansheiminum var forferdiliga strangt, minnist Elvina. Stutt frammanundan hevði Elvina hitt drongin, sum hon seinri giftist við, og ein dagin rópti frúan hana uppá skrivstovuna.
"Eg havi hoyrt, at tú hevur ein sjeik her, men eitt skalt tú vita, tú skalt onki hava við hann at gera, meðan tú eirt her", segði frúan strangliga við Elvinu. Eisini spurdi drongurin, um hann kundi eta á sjómansheiminum, men tað slapp hann heldur ikki.
"Men treyðugt so, onkuntíð sníkti eg meg oman á Reyðahús, har hann búði," minnist Elvina við einum brosi. "Men tað var langt frá sjómansheiminum og oman til keiina, so tá mátti ein genta standa í gongini og blinka við ljósinum og ein uppi á kamarinum, soleiðis at eg kundi renna niðan aftur, tá tað var fríur bani".
Triði partur: Tá Grønland bjargaði Føroyum
Samrøðan við Elvinu Dahl Lauritsen kann hoyrast í triðja parti av stuttrøðini "Tá Grønland bjargaði Føroyum".
Í sendingini sigur Jógvan Arge okkum eisini um grønlandsútróðurin eftir seinra heimsbardaga, Jóan Petur Clementsen tosar um millum annað týdningin, ið føroyski báturin fekk fyri grønlandsútróðurin, og Jon Sigurd Hansen sigur okkum um risastóran maskinbát, sum var bygdur til grønlandsútróðurin.
Triði partur verður í útvarpinum týsdagin kl. 17, men tú finnur eisini partin longu nú á KVF Ljóð.