- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimamissiónin ársmøti í dag
Á skránni eru bæði fyrilestrar og møtir, umframt sosiala samveru og máltíðir, og eisini er frágreiðing frá arbeiðinum hjá missiónini.
- Tað er eitt ófatiliga stórt sjálvboðið arbeiði, sum verður gjørt, bæði í landsarbeiði og lokalarbeiði, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari í Heimamissiónini.
- Men ofta eru tað tey fáu, ið bera nógv, tí fólk eru upptikin og hava nógv at gera, tí tilboðini eru so nógv í dag.
Framvegis brúk fyri missiónini
Hann heldur tað framvegis vera brúk fyri einum kirkjuligum missiónsarbeiði, nú Heimamissiónin hevur 120 ár á baki.
- Vit virka í kirkjuliga arbeiðinum, men eru leikmansarbeiði, so tað er tað vanliga fólkið, ið ger arbeiðið, sigur Jákup Brúsá.
- Enn sum áður hevur tað týdning at vera saman um Guðs orð og at vekja upp trúnna eisini, um hon kólnar í dagliga “resinum”.
Stóri ársmøti-dagurin hjá Heimamissiónini í Nesvík endar við møti klokkan 19 og ungdómsmøti klokkan 21.30.
Hoyr samrøðu við Jákup Brúsá: