- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nexum vann DM í íverksetan
Nexum vann DM í íverksetan
Bólkurin NEXUM úr Runavíkar kommunuskúla vann fyrr í dag Danmarksmeistaraheitið í íverksetan.

NeXum úr Runavíkar kommunuskúla vann í dag í DM í íverksetan. Høgrumegin frá eru tey Petra Jonhardsdóttir Geyti, Leivur Lassen, Miriam Bogadóttir Brekku og Luna Klein Joensen
25.04.2024 - 16:28
Fyrr í ár vann bólkurin SkúlaFM 2024, sum er árliga íverksetarakappingin herheima, og tað gav teimum rætt at luttaka í DM í íverksetan.
Har kappaðust við næmingar úr 8. til 10. flokki úr øllum Danmark, og eisini úr Grønlandi.
Næmingarnir úr Runavíkar skúla hava í bólkinum NEXUM ment eitt hugskot til eina app, sum skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði.
Tey fýra í bólkinum NEXUM eru Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen.
Hoyr samrøðu við Lunu Klein Joensen:
2024-04-25-Luna-Klein-Joensen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV