Tá Grønland bjargaði Føroyum

Tá Grønland bjargaði Føroyum
Í seks útvarpssendingum, við samrøðum og savnsgulli, viðgera vit grønlandsútróðurin, ið er ein týðandi og forvitnisligur partur av føroyskari vinnulívssøgu
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen  
 
16.04.2024 - 06:00

Grønland hevur mangan roynst føroyingum væl, og í fleiri ár var meiri enn helvtin av føroyska útflutningsvirðinum fiskað í Grønlandi.

Fyri Seinra heimsbardaga var Grønland rættuliga avbyrgt, og ikki bara landafrøðiliga, men eisini tí at hetta var ein partur av danska hjálandapolitikkinum hjá dønum mótvegis Grønlandi.

Kortini fingu føroyingar loyvi til at rógva út í Grønlandi, og í 1934 fór hin kendi skiparin, Elias Johannesen úr Miðvági, Birtu Lias, til Grønlands at rógva út frá landi.

 

Nordafar stovnað

Hesin útróðurin fekk eisini stóran týdning fyri Føroyar. Bæði í 1930- og 1950-árunum var kreppa í Føroyum, og tí kom tað væl við at kunna fara til Grønlands at rógva út.

Og heilt til fyrst í 1970-árunum hevði útróðurin í Grønlandi stóran týdning fyri føroyska búskapin – og fyri menningina av føroyska bátinum, snelluni og føroysku flakavinnuni yvirhøvir.

Í 1953 varð grundarsteinurin lagdur til Nordafar. Tá kastaðu føroyska Grønlandsfelagið, danska felagið Asgrico og norska felagið Utrustning saman og stovnaðu partafelagið Nordafar. Føroyingar og norrmenn áttu hvør sínar 800.000 krónur í partapeningi og danir 400.000 krónur.


Kelda: Levi Mørk á Youtube.com

 

Nordafar varð sera virkið í Føroyingahavnini, serliga í 1950- og 1960-árunum, sum hesar upptøkurnar frá 1968 eisini vísa. 

Virksemið hjá Nordafar minkaði í 1970-árunum, og tá ið Nordafar fór á húsagang í 1989, misti landskassin 70 milliónir krónur.

 

Røð í seks partum

Vit fara í seks útvarpssendingum at viðgera grønlandsútróðurin, ið er ein týðandi og forvitnisligur partur av føroyskari vinnulívssøgu. 

Tað gera vit við frásøgnum frá fólki, ið vóru haryviri, samstundis sum vit eisini seta hetta í eitt søguligt perspektiv.

Vit leita eisini í kringvarpssavnið, og fara harumframt at fregnast um ætlanina um eitt søgusavn í Miðvági, sum skal lýsa føroyska útróðurin í Grønlandi.

Og so nema vit eisini leysliga við aðrar tættir, tá ið talan er um føroyska fiskivinnu í Grønlandi.

 

Fyrsti partur 

Í fyrstu sendingin, ið verður send í dag – týsdagin - kl. 17:05, skifta vit orð við Erling Isholm, søgufrøðing, um tíðarskeiðið fyri Seinra heimsbardaga. 

Vit tosa við Mayfinn Norðoy, arkitekt, og Marionnu Simonsen, hvørs mammubeiggi var navnframi bátabyggjarin Hans Kristoffer Hansen, vanliga nevndur Stoffa.

Fyrsti partur er tøkur á KVF Ljóð, og tú kanst hoyra hann her

 

Hvat: "Tá Grønland bjargaði Føroyum" (1:6) - stuttrøð um grønlandsútróðurin
Hvar: Í útvarpinum
Nær: Í dag, týsdagin, kl. 17.05


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981