Rættarnevndin viðger uppskotini um fosturtøku

Rættarnevndin viðger uppskotini um fosturtøku
Í morgin fer rættarnevndin hjá løgtinginum at viðgera tey bæði uppskotini um fosturtøku, sum eru í løgtinginum
Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi er forkvinna í rættarnevndini, og Stefan Klein Poulsen úr Miðflokkinum er limur í rættarnevndini
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
02.04.2024 - 07:17

Annað er uppskotið hjá Miðflokkinum um at verja ófødda barnið, og hitt er uppskotið hjá Bjarna Kárasyni Petersen, landsstýrismanni, um fosturtøkulóg.

Ongar innkallingar eru gjørdar til fundin sambært fundarskránni.

Onnur mál eru eisini á skránni hjá rættarnevndini í morgin.

Har eru millum annað uppskotið um pantskipan, um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól, uppskotið um at geva Húsalánsgrunninum heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg og fáa útlendska fígging til bústaðarbygging, og uppskotið um at taka 50 fleiri flóttafólk úr Ukraina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238