Formaður í Búskaparráðnum: Brúksskyldan av fiskikvotum eigur at avtakast

Formaður í Búskaparráðnum: Brúksskyldan av fiskikvotum eigur at avtakast
Brúksskylda og minstaløn skeikla náttúrligu tillagingina av botnfiskaflotanum. Tað sigur Búskaparráðið millum annað í várfrágreiðingini, sum var løgd fram síðst í februar
Várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum var løgd fram í Varpinum í Klaksvík tann 29. februar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.04.2024 - 13:17

Brúksskylda og minstaløn skeikla náttúrligu tillagingina av botnfiskaflotanum. Tað sigur Búskaparráðið millum annað í Várfrágreiðingini, sum var løgd fram 29. februar.

Í dag er veiðiloyvið knýtt at skipinum, og skipið skal fiska 60 prosent av kvotuni, áðrenn hon kann seljast víðari. Tað er tað, sum verður rópt brúksskyldan. 

Men sambært formanninum í Búskaparráðnum, Fróði Magnussen, so er hendan skyldan við til at halda veiðitrýstinum uppi. 

"Brúksskyldan leggur upp til, at hóast tað fíggjarliga ikki ber seg at halda áfram við at fiska, so halda reiðarar veiðitrýstinum uppi, tí annars missa teir rættindini", sigur Froði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum.

Harumframt er ein minstilønarskipan, sum sambært formanninum í Búskaparráðnum hevur við sær, at manningar fáa løn fyri at vera umborð og fiska, hóast tað lívfrøðiliga og búskaparliga ikki loysir seg. 

"Tað, sum vit leggja upp til, er, at reiðarar fáa møguleikan at minka um veiðitrýstið uttan at minka um rættindini, soleiðis at tað hendir ein nátúrlig tillaging. Við tíðini, vildi tað tí eisini erið nátúrligt at tørvurin á minstilønini fellur burtur", heldur Fróði Magnussen. 

Hetta veiðitrýstið leggur sambært formanninum í Búskaparráðnum eitt óneyðugt trýst á fiskastovnin. Tí mælir Búskaparráðið til at avtaka brúksskylduna, soleiðis at møguleiki er fyri at minka um veiðitrýstið, tá fiskastovnarnir eru illa fyri. 

Longri samrøða við Fróða Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, kann hoyrast her: 

02042023_FrodiMagnussen
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551