- Tíðindi, mentan og ítróttur
Betri-deildin: KÍ skal aftur á beint
KÍ skal aftur á beint, tá NSÍ kemur á vitjan við Djúpumýrar í dag.
Føroyameistararnir fingu ein smeit í 2. umfari fyri landsliðssteðgin, tá teir taptu fyri B36 í Gundadali, og tí er avgerandi fyri KÍ og nýggja venjaran, Haakon Lunov, at fáa trý stig hesa ferð.
KÍ hevur framvegis fleiri skaðar at dragast við. Heini Vatnsdal, Hallur Hansson og Odmar Færø eru ikki við í dag, meðan aðrir hava smærri snuddir, sambært heimasíðuni hjá KÍ.
Gamlir kenningar vitja
Fleiri, sum fyrr hava verið í bláa KÍ-búnanum, vitja aftur í gamla felagnum.
Jens Wedeborg var venjari hjá bestu kvinnunum í 2022, tá tær vunnu greipuna. Í gulu spælarahópinum eru bæði Kristian Joensen, sum í fleiri ár var málverji hjá KÍ, og Jasper van der Heyden, sum nú er partur av álopsketuni hjá NSÍ.
Og tað er hana, sum uppflytarin skal seta sítt álit á, um nakað skal spyrjast burturúr í dag. Afturkomni Petur Knudsen hevur longu víst sítt virði, og Klæmint Andrasson Olsen hevur fyrr skotið mál við Djúpumýru.
Kringvarpið sigur frá dystinum millum KÍ og NSÍ í dag.
HB, Víkingur og B36 favorittar aðrastaðni
Í hinum dystunum í dag eru tríggir greiðir favorittar. Spurnartekin eru framvegis við styrkina hjá HB, men havnarfelagið má roknast sum stórfavorittur, tá ÍF vitjar í Gundadali.
Víkingur hevur vunnið báðar sínar dystir higartil, og tey flestu munnu rokna við tí triðja á rað, tá teir taka ímóti B68 í Norðagøtu. B36 hevur eisini fult stigatal, og er uttan iva høgt flúgvandi eftir sigurin á KÍ seinast. Árstalsfealgið er tí favorittur undir Mýruhjalla, har Skála tekur ímóti.
3. umfar:
1. apríl:
15:00 KÍ - NSÍ
15:00 HB - ÍF
17:00 Víkingur - B68
17:00 Skála - B36
2. apríl:
18:00 07 Vestur - EB/Streymur