Tveir menn skuldsettir fyri innbrot í FK í Klaksvík

Tveir menn skuldsettir fyri innbrot í FK í Klaksvík
Løgreglan hevur tryggjað spor, m.a. videouppstøkur
Kanningararbeiðið hjá løgregluni vísir, at annar maðurin, sum breyt inn, var í eini málaradrakt. (Savnsmynd)
 
26.03.2024 - 13:43

Løgreglan arbeiðir við málinum um innbrotið í FK í Klaksvík, og tveir menn eru skuldsettir. 

Tað var undir kanningunum, at løgreglan fekk illgruna til menninar, sum eru skuldsettir, men ikki varðhaldsfongslaðir. 

Løgreglan hevur tryggjað spor, sum t.d videoupptøkur og annað, og arbeitt verður nú við at kanna og gjøgnumganga hesi sporini, sigur Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni. 

Í gjár heitti løgreglan fólk á fólk um at venda sær til sín, um tey vistu nakað um innbrotið í FK í Klaksvík. 

Kanningararbeiðið hjá løgregluni vísti, at annar maðurin var í eini málaradrakt. Tí heitir løgreglan á fólk, sum hava sæð nakað illgrunasamt við slíkari drakt, um at venda sær til løgregluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Bolero - Bartok, Hindemith og Rota
187832
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187830
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
Hondbóltur: H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663