Tórshavn Open: Jan tók øll á bóli

Tórshavn Open: Jan tók øll á bóli
Jan McIntosh tók øll á bóli, tá hann vann altjóða dartkappingina, Tórshavn Open, sum var á Glasi í Havn í gjár. Føroyingurin vann 5-2 á Edwin Torbjörnsson úr Svøríki
Jan McIntosh tók øll á bóli við sigri í altjóða dartkappingini Tórshavn Open
Mynd: Dartsamband Føroya  
 
24.03.2024 - 14:17

Jan McIntosh vann altjóða dartkappingina Tórshavn Open, sum var á Glasi leygardagin. 

Føroyingurin tók øll á bóli, tá hann vann 5-2 á Edwin Torbjörnsson úr Svøríki, sum vann Tórshavn Open í fjør.

Jan McIntosh var hægst styrkismetti føroyingurin undan kappingini, men hann var nummar átta samanlagt. Ovastu á styrkislistanum var júst svenski mótstøðumaðurin í finaluni.

Har gjørdi Jan McIntosh úr Havnar Dartfelag kortini bart. Hann vann trý tey fyrstu settini, áðrenn sviin minkaði til 3-2. Føroyingurin helt kortini høvdið kalt og tryggjaði sær ein flottan 5-2 sigur.

Næstbesti føroyingurin í kappingini var Petur Grønagarð, sum tapti í fjórðingsfinalunifyri Dilyan Kolev úr Bulgaria.

Hjá kvinnum vann Michelle Merlit úr Danmark 5-3 á bulgarsku Grétu Tekauer í finaluni.

 Eingin føroysk kvinna kom longri enn til áttandapartsfinalurnar, har Kristbjørg Reinert og Nadja Tróndardóttir vórðu steðgaðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856