Bilur endaði í eini á

Bilur endaði í eini á
Ein maður var í bilinum, sum fór oman av vegnum á Hálsinum í Sandavági í morgun
 
22.03.2024 - 09:05

Ein bilur fór oman av vegnum á Hálsinum í Sandavági, og endaði á takinum í eini á.

Hetta var kl. 7.30 í morgun. 

Ein maður var í bilinum. 

Vága tilbúgvingarlið kom á staðið. Torført var at fáa mannin leysan úr bilinum, og neyðugt var at klippa eina hurð av. 

Men hálvan tíma eftir, at hann fór út av vegnum, var hann í sjúkrabili á veg á Landssjúkrahúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947