- Tíðindi, mentan og ítróttur
Misnøgd í MEGD við lógaruppskot
Misnøgd í MEGD við lógaruppskot
Landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur í uppskoti um nýggja fosturtøkulóg strikað, at til ber at fáa fosturtøku orsakað av, at barnið ber brek.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, finst at lógaruppskotinum um nýggja fosturtøkulóg.
21.03.2024 - 18:52
Hetta fellur tó ikki í góða jørð hjá felagsskapinum MEGD.
Í uppskotinum hjá Bjarna Kárasyni Petersen, sum loyvir fosturtøku fram til viku 12 í viðgongutíðini, stendur nú, at kvinna, sum býr í Føroyum, kann søkja um at fáa føsturtøku eftir viku 12, um barnið orsakað av ættarbregði, sjúku ella skaða í móðurlívi fær álvarsliga sálarliga ella likamliga sjúku.
Hvat merkir tað, spyr Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD.
21032024_Fosturtoka_Keldu
Tóra við Keldu vil ikki siga, hvat so skal standa í lógaruppskotinum. Tó heldur hon, at ein so týdningarmikil lóg eigur at vera so mikið greið, at einki ivamál er.
21032024_Tora_vid_Keldu2
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV