07 Vestur fekk alt eftir brent ÍF-brotsspark

07 Vestur fekk alt eftir brent ÍF-brotsspark
Karl Løkin hevði møguleikan at javna fyri ÍF ímóti 07 Vestur, men misnýtti úr 11 metrum. Við Margáir fingu EB/Streymur og B68 hvør sítt stig
 
17.03.2024 - 21:23

ÍF fekk ein gyltan møguleika at javna í heimdystinum ímóti 07 Vestur, men Karl Løkin misnýtti brotssparkið, og so fóru vágamenn vestur aftur við øllum.

Sigursmálið hjá 07 Vestur kom seint í fyrra hálvleiki, tá Filip Brattbakk skoraði eftir upplegg frá fyrrverandi superliga-spælaranum, Fredrik Holst, sum skrivaði undir á Dungasandi fyri kortum.

Við Margáir legði útiliðið, B68, seg á odda tíðliga við máli frá Villiami Klein, men tá Fríði í Túni Petersen fekk sítt seinna gula kort beint fyri steðgin, var mótbrekka hjá B68 eftir steðgin.

Tað gingu bert góðir 10 minuttir til Tóki Johannesen javnaði fyri EB/Streym, og so fingu bæði liðini síni fyrstu stig í ár.

 

Víkingur og B36 fult stigatal

Fríggjakvøldið vann Víkingur á HB í Sarpugerði við málum frá Gezá Dávid Turi og Finni Justinussen, og í gjár eydnaðist B36 at vinna á føroyameistaranum, KÍ, á Ovara vølli í Gundadali, har nýggi maðurin, Anton Søjberg Horup, skeyt bæði málini seint í dystinum.

Hetta merkir, at Víkingur og B36 eru einastu liðini, sum hava fult stigatal, nú kappingin fer í stuttan landsliðssteðg. Einasta liðið, sum ikki hevur fingið stig enn, er ÍF.

Føroyska landsliðið spælir í næstum venjingardystir ímóti Liktinstein og Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221