Sanna á Løgmansbø: "Omma var mín stóra fyrimynd"

Sanna á Løgmansbø: "Omma var mín stóra fyrimynd"
Vikugesturin er nýggja forkvinnan í Pedagogfelagnum, Sanna á Løgmansbø.
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
09.03.2024 - 19:16

Hennara bestu barnaminni eru hjá ommuni, har hon fann frið og møguleika at hugsavna seg. Nú er hon forkvinna í Pedagogfelagnum, sum umboðar tey starvsfólk, sum eru nógv um okkara børn.

Sanna á Løgmansbø vann stórsigur, tá ið Pedagogfelagið valdi hana sum forkvinnu heldur enn undanfarna formannin.

Hon vil hava fakligheitina hjá námsfrøðingum fram í ljósið, men hennara elddópur verður at leiða tær sáttmálasamráðingarnar, sum blivu steðgaðar tann 7. februar, tí forfólkaval var í Pedagogfelegnum.

Sanna á Løgmansbø heldur, at børn í dag hava tað meira strævið, enn tá hon var barn. Hon hevði ynskt, at tey kundu merkt eitt sindur meira av tí friðinum, sum hon upplivdi sum barn.

Sanna var vikugesturin í Vikuni leygardagin 9. mars. Hoyr alla samrøðuna við Sannu á Løgmansbø her: 

1659857


Tú kanst eisini hoyra alla sendingina her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946