Svøríki gevst at kanna atsókn at NordStream-leiðing

Svøríki gevst at kanna atsókn at NordStream-leiðing
Svenska trygdarløgreglan hevur í 16 mánaðir kannað málið um atsóknina í Eystrasalti. 
Søkt var at tveimum NordStream-gassleiðingum í september 2022. Nú gevst Svøríki at kanna málið. (Savnsmynd)
 
07.02.2024 - 14:17

Kanningararbeiðið í sambandi við atsóknina at NordStream-gassleiðingini heldur nú uppat.

Tað boðar svenska ákæruvaldið frá í dag.

Svenska trygdarløgreglan hevur í 16 mánaðir kannað málið um atsóknina í Eystrasalti. 

 

Fáar upplýsingar

Men nú verður givist við kanningararbeiðnum. 

Svøríki, Danmark og Týskland hava kannað spreingingarnar út fyri Bornholm, sum oyðlegði báðar rørleiðingarnar í september 2022. 

Men higartil eru fáar upplýsingar um, hvat er komið undan kavi í kanningararbeiðnum.

 

Týskarar halda fram at kanna

Týska kanningararbeiðið heldur tó fram, sigur svenski ríkisákærin, Mats Ljungqvist.

- Týsku undankanningarnar halda fram, og av tí at kanningarnar verða hildnar loyniligar, fái eg ikki sagt meira. Og tí fái eg heldur ikki viðmerkt meira um niðurstøðuna í svenska kanningararbeiðnum ella viðmerkja um møgulig fólk, sum eru undir illgruna í svenska kanningararbeiðnum, sigur Ljungqvist.

Sambært lekum til týskar miðlar, vísa fleiri slóðir á Ukraina.

Ukraina hevur hinvegin skuldsett Russland fyri at hava framt álopið, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946