Kanning: Meiriluti fyri uppskotinum um gongd í haga

Kanning: Meiriluti fyri uppskotinum um gongd í haga
57 prosent av teimum spurdu undir við uppskotinum, 26 prosent eru ímóti og 16 prosent siga seg ikki vita
67 prosent av teimum, sum búgva í Tórshavnar kommunu, taka undir við uppskotinum um burðardygga ferðavinnu. Minsta undirtøkan er í Norðoyggjum, 36 prosent. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
29.01.2024 - 14:52

Ein stórur meiriluti av føroyingum tekur undir við uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um gongd í haga.

Tað vísir kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyr Miðlahúsið.

Sambært in.fo taka 57 prosent av teimum spurdu undir við uppskotinum, 26 prosent eru ímóti og 16 prosent siga seg ikki vita.

 

Størsta undirtøkan í Havn

Størst er undirtøkan í Tórshavnar kommunu, har heili 67 prosent eru fyri uppskotinum og 18 prosent ímóti. Minst er undirtøkan í Norðoyggjum, har 36 prosent eru fyri og 41 prosent ímóti.

Av teimum 26 prosentunum, sum eru ímóti, vilja bara 45 prosent - ella 12 prosent samlað - at bøndur framhaldandi skulu kunna krevja pening inn.

26 prosent av teimum, sum eru ímóti uppskotinum, vilja kortini, at ferðafólk skulu gjalda, men at gjaldið skal krevjast inn á annan hátt, skrivar in.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551